We use cookies to personalise content and ads, to provide social media features and to analyse our traffic. Read more…
Saturday
07
APR

Listaframsýningin Lærarin og næmingurin

15:00
17:30
VisitEysturoy
Event organized by VisitEysturoy

Get Directions

Category
#var:page_name# cover

Frits Johannesen og Øssur Mohr lata upp eina listaframsýning við heitinum Lærarin og næmingurin í Gallarí Ribarhús, sum hevur fernisering 7. apríl kl. 16 og er opin til 24. apríl, tá Piddasahandil og Ribarhús hava opið, tvs. mán-frí: 15-17.30 og ley: 11-13.

Øssur og Frits eru fuglfirðingar og eru uppvaksnir í Fuglafirði. Frits var flokslærari hjá Øssuri í 10 ár - frá 1968 til 1978, sostatt eru liðin 50 ár síðani hesin námsfrøðiligi bátur varð tikin fram í lívsins lunnbót.

Øssur Mohr hevur verið víða um við sínari list. Hann fór at mála sum 28 ára gamal. Skjótt komu skap, litir og strok undan, sum tosaðu sítt stumma mál sínámillum á ein virðiligan, skinsaman og listaligan hátt, sum fangaði eygað, tankar og hugsan hjá teimum, sum góvu sær far um at eygleiða hesa listaligu gongd hansara. Hon er annarleiðis í mun til ta staðkendu listina, føroyska list og danska list.

Frits Johannesen hevur teknað alt sítt lív og fór at mála sum 22 ára gamal. Hann er 73 ára gamal og málar enn. Hann gav eina rúgvu av málningum til Forlagið Sprotan fyri nøkrum árum síðani, sum fóru á uppboðssølu, har inntøkan fer til at keypa kápumyndir frá føroyskum listafólkum til útgávur Sprotans. Eisini fekk Frits Heiðursgávu Landsins 2017 fyri sítt íkast til føroyska mentan, myndlist og tónleik.