We use cookies to personalise content and ads, to provide social media features and to analyse our traffic. Read more…
Monday
23
APR

Frímerkjaútgáva í samband við 100 ára dagin

15:00
18:00
VisitEysturoy
Event organized by VisitEysturoy

Get Directions

Category
#var:page_name# cover

Móttøka í Mentanarhúsinum mánadagin 23. apríl kl. 15.00 – 17.00

Í sambandi við at Fuglafjarðar kommuna verður 100 ár sum sjálvstøðug kommuna í ár, útgevur Posta tvey frímerki við forvitnisligum myndevnum úr Fuglafirði.

Í hesum sambandi verður skipað fyri almennari móttøku. Svanbjørg Manai leiðari á Frímerkjadeildini hjá Posta bjóðar vælkomin. Suffía Nón, ið hevur sniðgivið frímerkini, verður til staðar. Steffen Stummann Hansen fornfrøðingur og Kristina Gry Berg frá kunningarstovuni greiða stutt frá søgunum aftanfyri frímerkini.

Til ber til at ogna sær frímerkini hendan dagin.
Góðbitar og okkurt at leska sær við frá Muntra verður at fáa og næmingar úr sangleikabreytini hjá Fuglafjarðar skúla framføra nøkur løg frá Tarzan-leikinum.

http://mh.fo/…/frimerkjautgava-tvey-frimerkir-utgivin-i-sa…/