We use cookies to personalise content and ads, to provide social media features and to analyse our traffic. Read more…
Saturday
05
MAY

Verjurøða holubúgvans

20:00
23:00
Kunningarstovan í Fuglafirði
Event organized by Kunningarstovan í Fuglafirði

Get Directions

Category
#var:page_name# cover

Nú kemur hann til Fuglafjarðar!

Citat úr leikinum: Eg minnist ta tíðina, tá frum-menn vóru frælsir. Dansaðu rundanum eldarnar. Hetta var áðrenn smart phones, ferðslu larm, socialu miðlarnar…alt. Eg minnist eg elskaði eina kvinnu. Hon savnaði føði í sina kurv. Hon hevði skil fyri mánanum og árstíðunum. Eg bar henni fongin, sum eg sjálvur veiddi í skógunum. Eg helt vakt við hellismunnan, okkara heim. Mítt vápn: Eitt spjót hvest við steini. Eg gav familju míni mat, helt vakt og sá hvussu børnini vuksu. Eg tilbað konu mína. Eg málaði myndir á grótveggin. Eg lá undir liðini á bison oksanum. Eg var ein holubúgvi.

”VERJURØÐA HOLUBÚGVANS”….
Er ein einrøðuleikur, sum hevur rekordina sum mest spældi einmansleikur á Broadway, er týddur til 21 mál, og spældur í 49 ymiskum londum – føroyska uppsetingin er nummar 50 í røðini.
Sum navnið sigur so er hetta ein verjurøða, gjørd sum eitt slag av stand-up. Maðurin á pallinum er troyttur av allatíðina at hoyra viðmerkingar frá kvinnum um, hvussu strævnir, býttir og ótolandi menn eru. Hann setir sær fyri at royna at finna útav og greiða frá, hví mannfólk og konufólk ofta enda í støðum, har ikki ber til at skilja hvønnannan.

ATGONGUMERKI KUNNU KEYPAST Á NETINUM