We use cookies to personalise content and ads, to provide social media features and to analyse our traffic. Read more…
Saturday
14
APR

FM í DART

19:00
23:00
Kunningarstovan í Fuglafirði
Event organized by Kunningarstovan í Fuglafirði

Get Directions

Category
#var:page_name# cover

FM í dart verður í Mentanarhúsinum í Fuglafirði 14. apríl.

32 teir bestu menninir og 8 tær bestu kvinnurnar fara til Fuglafjarðar at dystast í einmansleiki og tvímansleiki. Lagt verður fyri fyrrapartin við innleiðandi bólkaspølum. Seinnapartin verða cup-dystir á skránni.

Frá kl. 19 verða hálvfinalur og finalur á skránni, og tá verður ein dystur í senn spældur uppá scenuni.

Kringvarpið stroymir allar dystirnar á scenuni og ætlanin er at skapa rættuliga dartstemning í Mentanarhúsinum hetta kvøldið. Tí vóna fyrireikararnir, at nógvir áskoðarar møta upp í Mentanarhúsinum at hyggja eftir okkara bestu dartspælarum, so vit kunnu fáa ein rættuligan FM-stemning út í hvønn krók í landinum. InnihaldBroyt