We use cookies to personalise content and ads, to provide social media features and to analyse our traffic. Read more…
Monday
24
SEP

Soleiðis fáa tit effektivar fundir við góðum fasiliteringsamb.

09:00
15:30
Synergi.fo
Event organized by Synergi.fo

Get Directions

Category
#var:page_name# cover

Kom og fá uppskriftina
>> uppá góða fundarleiðslu
>> uppá hvussu tú fasiliterar góðar fundir

Vit vita tað væl. At tað er umráðandi, at øll føla, at tíðin, vit brúka á fundum, er væl givin út. At fundirnir er neyðugur og at nakað ítøkiligt kemur burturúr. Men ofta haltar kortini.

Vit gera okkum tað kanska ikki altíð nóg greitt hvussu týdningarmikið tað er,

- at fundurin er væl fyriskipaður,
- at tað eru tey røttu fólkini, ið luttaka,
- at fundirnir eru væl stýrdir
- at fylgt verður upp uppá tær avtalur og avgerðir, ið tiknar vóru á fundunum


INNIHALD | DAGUR 1
- vit savna okkum um rammurnar um fundin

Pre- og deframe – hvat er tað?
Fundarinnkalling
Fundarskrá
At taka saman um og at gera lista


INNIHALD | DAGUR 2
- vit savna okkum um fasilitering og amboð at fasilitera við
Fasilitering – hvat er tað?
Grafisk fasilitering – hvat er tað, og hvussu kann tað brúkast á fundum?
Ymisk amboð, at fáa fundar luttakararnar við
Truplir fundarluttakarar – hvussu handfara vit hesar?
Framløgu tips og triks


LÆR AT SETA RAMMUR UM FUNDIR
OG LÆR AT STÝRA FUNDUM

Á skeiðinum verður arbeitt við at skipa ein góðan, konstruktivan fund. Arbeitt verður við hugtøkunum pre- og de- frame, ið vísa til, at tað er umráðandi at seta rammuna um fundin, bæði áðrenn, ímeðan fundurin er og til at enda fundin. Afturat hesum verður arbeitt við háttinum fasilitering, ið er ein effektivur háttur, at tryggja, at øll í bólkinum eru við frá byrjan. At tryggja at bólkurin savnar seg um endamálið við fundinum og at røkka málsetninginum.

LES ALT UM SKEIÐIÐ HER >> http://synergi.fo/soleidis+leidir+og+faciliterar+tu+godar+og+effektivar+fundir.html

Venue

Synergi.fo

Other events hosted by

Synergi.fo

Other events by
Synergi.fo