Wykorzystujemy pliki cookie do spersonalizowania treści i reklam, aby oferować funkcje społecznościowe i analizować ruch w naszej witrynie. Zobacz szczegóły…
Piątek
27
KWI

Pit-Stop 2018

18:00
14:00
Kirkjuliga Heimamissiónin
Event organized by Kirkjuliga Heimamissiónin

Get Directions

Category
#var:page_name# cover

Hava tit sum hjún verið á PIT-STOP?

Nú er møguleiki fyri at vera við til eitt deiligt vikuskiftisuppihald saman sum hjún á Deplinum í Skálavík. Tað er familjuarbeiðið EINDIN hjá Kirkjuligu Heimamissiónini skipar fyri tiltakinum.
Upphaldið byrjar við grilling í hugnaligu hyttunum fríggjakvøldi. Leygardagurin bjóðar uppá nógv gott, m.a. góðir áhugatímar, góðan mat, hugna og góða samveru við tínum hjúnarfelaga og øðrum hjúnum. Tíð verður sett av til fríløtur saman sum hjún.

Pitstop merkir útfrá donsku orðabókini: "kort pause med en forfriskning under hektisk travlhed". Tað hevur stóran týdning at steðga á viðhvørt og taka okkum stundir til áfylling sum hjún. PIT-STOP er ein góður møgulleiki, um tit spyrja hví? Er svarið: TÍÐ ;)
Verið hjartaliga vælkomin á PIT-STOP 2018!

Tilmeldið tykkum á www.mission.fo/tilmelding
Hava tit spurningar, eru tit vælkomin at ringja til ein av fyriskiparunum, Sigrun Mikkelsen á tlf. 283112